Nýggju ferðsluljósini við vegamótið Hvítanesvegur og Eystari Ringvegur verða tikin í nýtslu í morgun kl 7:30.
Nógv ferðsla er á vegamótinum serliga um morgunin, og vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at ein patrulja verður á staðnum fyri at tryggja, at alt gongur sum tað skal.
Uppsetingin av ferðsluljósunum er fyrsti partur av verkætlanini at lætta um ferðslutrupuleikanar, sum eru við hetta vegamótið, serliga á morgni og seint seinnapartin.
Seinni partur er at breiðka vegirnar, so ferðslan fer at glíða betur, tá ið kommmunan hevur fingið fleiri royndir av hesi loysnini. Kostnaður av tí sum nú er gjørt, um 700.000 krónur, meðan seinni parturin er mettir til 4 mió. krónur, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald