Innanlands

Løgreglan: Verið varin, um tit fáa slík boð

Um vikuskiftið hevur løgreglan fingið eina fráboðan frá einari kvinnu, sum í einum boðum á Messenger varð biðin um at læna grannanum 1.000 krónur - men tað vísti seg, at tað var ikki grannin, sum hevði sent boðini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-09-17 12:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fært tú eini boð umvegis sosialu miðlarnar frá onkrum, sum biður um at læna pengar, eigur tú at vera sera varin. Tað mátti ein føroysk kvinna ásanna um vikuskiftið.

Løgreglan sigur, at tey hava fingið eina fráboðan frá einari kvinnu, sum var lumpað umvegis Messenger.

Hon hevði fingið eini boð frá einum granna, sum segði seg hava tørv á at læna 1.000 krónur, og lovaði, at hon skuldi fáa pengarnar aftur dagin eftir, og kvinnan flutti so pengarnar.

Men tá kvinnan seinni kannaði vangan hjá grannannum sá hon, at grannin ávaraði um, at teldusníkar høvdu brotið seg inn á Facebook-vangan hjá henni, og fingu fólk eini boð frá henni skuldu tey ikki svara.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at kontoin, sum kvinnan varð biðin um at flyta pengar til, var útlendsk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder