Uttanlands

Løgreglan vil hava mannin varðhaldsfongslaðan

Maðurin, sum í gjárkvøldið varð handtikin eftir at hava sligið Mette Frederiksen, verður grundlógaravhoyrdur í dag

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-06-08 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 39 ára gamal maður, sum varð handtikin í gjárkvøldið eftir at hava sligið danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen á Kultorvet í Keypmannahavn, verður grundlógaravhoyrdur á middegi.

Løgreglan vil hava mannin varðhaldsfongslaðan, og støða skal takast til, um grundarlag er fyri at varðhaldsfongsla mannin, skrivar Ritzau.

Hendingin hevur fingið umrøðu í fleiri altjóða miðlum, og fleiri útlendskir politikarir hava eisini viðmerkt hendingina.

Finski forsætisráðharrin, Petteri Orpo sigur m.a, at hann fordømir øll sløg av harðskapi móti demokratiskt valdum leiðarum í einum frælsum samfelagi.

Sambært svenska forsætisráðharranum, Ulf Kristersson, er "eitt álop á ein demokratiskt valdan leiðara eisini eitt álop á okkara fólkaræði".

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini sigur, at hon er skelkað, og at "hendan andstyggiliga hendingin fer ímóti øllum, sum vit trúgva og stríðast fyri í Evropa".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder