Innanlands

Løgreglan: Vit sóknast enn eftir vitnum

Enn hevur løgreglan einki hoyrt frá fólki í sambandi við málið um ein ungan mann, sum varð stungin í lærið á Tórsfest

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-28 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnumorgunin boðaði løgreglan frá, at hon sóknaðist eftir vitnum í sambandi við eina hending á Tórsfest, har ein ungur maður varð stungin, og løgreglan hevur enn einki hoyrt frá fólki, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Tí heitir løgreglan enn einaferð á møgulig vitni um at seta seg í samband við tey.

– Vit hava onga fráboðan fingið. Um nakar framvegis ivast í, um tey skulu ringja til okkum, so vilja vit fegin hoyra frá teimum, sigur hann.

Málið snýr seg um ein ungan mann, sum varð stungin í lærið undir seinastu konsertini á Tórsfest leygarnáttina. Áðrenn hann varnaðist, at hann varð stungin, sá hann ein annan ungan mann aftanfyri seg, sum hann fyrr á kvøldinum hevði havt eina ósemju við. Tá hann varnaðist, at hann var stungin, var maðurin burtur.

Dagførd kl. 11.41

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder