Fleiri hundrað fjepparar hjá kroatiska felagnum Hajduk Split vóru komnir til Føroya í sambandi við dystin móti HB á Tórsvølli í gjár, og trupulleikar hava verið av teimum í miðbýnum í Havn.
Hetta hevði m.a. við sær, at skeinkistøð valdu at steingja.
Les eisini: Kroatiskir hooligans skapa ótta í býarlívinum
Ein kroati varð handtikin í miðbýnum um hálvgum trý-tíðina fyri at vera ólátaður og blaka eina fløsku á vegin. Hann liggur enn á støðini, og hann fær í øllum førum eina skuldseting fyri brot á skilhaldsreglurnar, og hann hevur møguliga gjørt okkurt annað eisini, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. Lagt verður afturat, at eingin fekk nakran skaða í hesum sambandi.
Í sambandi við dystin í gjár varð ein løgreglumaður eisini sligin í nakkan tríggjar ferðir, tá kroatar stormaðu inngongdina á Tórsvølli.
Hetta var tá vaktir og løgreglufólk vóru í gongd við at visitera fólk og kanna, um tey høvdu okkurt við sær inn á vøllin, sum teir ikki skuldu hava. Mann fekk tí ikki kannað øll, og tí bar til hjá kroatisku fjepparunum at hava neyðbluss við inn á vøllin. Hugsast kann, at teir hava stolið tað frá bátum, sum liggja við bryggju í býnum, og eiga bátaeigarar at kanna bátarnar, sigur vaktleiðarin.
Lagt verður afturat, at løgreglumaðurin ongan skaða fekk, men hann hevði eitt sindur ilt í høvdinum.
Upptøkur frá vakmyndatóli eru, sum skulu kannast nærri, og eisini fær løgreglan hjálp frá sonevndum spottarum úr Kroatia, sum eru komnir til landið í sambandi við dystin.
Sí eisini: Myndir: HB - Hajduk Split
Eftir dystin var tó friður, tí skeinkistøðini høvdu valt ikki at hava opið. Kroatisku fjeppararnir fara av landinum næstu dagarnar, og nú skal ein eftirmeting gerast fyri at vita, hvat kann gerast betur í sambandi við slíkar dystir, sigur vaktleiðarin.
Kroatisku fjeppararnir hava málað veggjakrutl ymsastaðni í miðbýnum, og tað verður ikki gjørt meira við málið, tí at løgreglan ongan møguleika hevur fyri at finna útav, hvør hevur gjørt tað. Tí kundi eitt hugskot til næstu ferð verið at havt fleiri løgreglufólk á gøtuni, verður sagt.
Dagførd kl. 9.03
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald