Innanlands

Løgreglan um óhappið á Vestmanna: - Tit frætta nærri í morgin

Løgreglan roknar við at vera liðug við kanningararbeiðið í dag. – Vit ynskja als ikki at leggja lok á hetta málið, staðfestir vaktleiðarin á politistøðini

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-21 07:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgin roknar løgreglan við at kunna koma við eini nærri frágreiðing um, hvat tað var sum hendi um vikuskiftið, tá ein skjóttgangandi bátur rendi á vaktarskipið Brimil undir bátastevnuni í Vestmanna og fýra fólk máttu flytast á sjúkrahús, harav tað eina í tyrlu.

- Vit hava kanningar í gongd, og tað er orsøkin til at vit ikki úttala okkum um málið í løtuni, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini við fjølmiðlarnar í morgun. Og hon legði afturat.

- Vit ynskja als ikki at leggja lok á hetta málið, eins og onkur miðil hevur givið úttrykk fyri. Tað má vera fyri teirra rokning.

Sambært vaktleiðaranum eru nakrar kanningar og avhoyringar eftir at gera. Væntandi verður hetta gjørt í dag, so okkurt nærri verður at frætta í morgin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder