Innanlands

Løgrit um lóggávu viðvíkjandi Covid-19 givið út

Endamálið er at geva eina løgfrøðiliga støðulýsing av teimum 11 kreppulógunum

Fyrstu Covid-19 lógirnar vórðu samtyktar fyri góðum fýra mánaðum síðani (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrstu Covid-19 lógirnar vórðu samtyktar fyri góðum fýra mánaðum síðani (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-15 10:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á Grækarismessu boðaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, frá, at Føroyar fóru niður í ferð í eini roynd at basa smittubreiðsluni av COVID-19 í Føroyum. Longu seks dagar seinni vórðu fyrstu COVID-19-lógirnar samtyktar. Tað fyrsta løgritið tekur samanum og gevur eina støðumynd av teimum kreppulógum, sum av løgtingum vórðu samtyktar frá 18. mars til 7. apríl.

Í alt hevur løgtingið seinastu mánaðirnar samtykt í alt 11 kreppulógir. Hetta hevurgivið ávísar avbjóðingar við sær, ið verða lýstar í løgritinum, ið nú er givið út.

Løgmansskrivstovan boðar frá, at sSum nakað nýtt er Lógartænastan farin undir at framleiða og geva út løgrit um ymsar lóggávur ella løgfrøðilig viðurskifti. Hetta er tað fyrstaav sínum slagi

- Ætlanin við løgritunum er at lýsa ymisk løgfrøðilig evni á føroyskum máli og úr einum føroyskum sjónarhorni. Tað kann vera ein lýsing av ávísum løgfrøðiligum evni ella fyribrigdi, t.d. um kreppulóggávu, um gongd í haga ella annað evni, sum eitt embætisfólk heldur er áhugavert at lýsa og kunna onnur um. Kanska er eisini okkurt serføroyskt fyribrigdi, sum hevði verið áhugavert at skriva um.

Soleiðis skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðu sínari. Tað er Lógartænastan, sum gevur út løgritini, men øll embætisfólk í stjórnarráðunum og stovnum teirra, sum hava serligan kunnleika innan ávist fakøki ella til eitt ávíst fakligt evni, kunnu skriva løgrit.

- Vónin er, at løgritini við tíðini fara at vera við til at lýsa føroyska lóggávu og fyrisiting, sigur Nella Festirstein, deildarstjóri á Lógartænastuni.

Løgritið kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder