Løgmaður við hava langtíðarloysnir, og at allir flokkar eru við er ein lykil, staðfestir Aksel V. Johannesen. Í ólavsøkurøðu sínari í gjár gjørdi Føroya løgmaður greitt, hvat hann ynskir skal eyðkenna næstu tingsetanina og næstu árini í landinum.
Sí eisini: Løgmaður mælir til breiðar semjur á tingi
Spurningurin er so, hvat tingmanningin heldur. Hetta verða vit klókari uppá hósdagin, tá aðalorðaskifti er á skránni.
Fyrsti veruligi tingfundurin í setuni vyrjar 1. august klokkan 10. Byrjað verður við viðgerð av ólavsøkufrágreiðingini, sum løgmaður gav í gjár. Hildið verður møguliga fram fríggjadagin, upplýsir logting.fo.
Til ber at síggja alla løgmansfrágreiðingina HER
Hósdagin skulu tveir limir og tveir varalimir veljast til Norðurlandaráðið, har tað er ógvuliga trupult hjá Føroyum at fáa fullam limaskap.
Tá tingið varð sett í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald