Innanlands

Løgtingið skal viðgera lántøku til landskassan

Ætlanin hjá landstýrinum er at lána 1,6 milliardir krónur til koronastríðið. Á tingfundinum, sum byrjar klokkan 10, verða seks aðrar fyrstu viðgerðir

Tað kann væntast, at hallið hjá landskassanum verður áleið 1,6 millard tilsamans næstu tvey árini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað kann væntast, at hallið hjá landskassanum verður áleið 1,6 millard tilsamans næstu tvey árini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-27 08:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 10 kemur løgtingið saman. Tað er framvegis skert, tí ikki øll tingfólkini fáa verið í tingsalinum samstundis.

Sjey viðgerðir verða - allar 1. viðgerðir, og byrjað verður við einum uppskoti um broyting í løgtingslógini um sjófeingi. Talan er um eitt uppskot, ið kom í tingið fríggjdagain, ið snýr seg um, at lata áleið 40.000 av svartkjafti, sum vórðu sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir, til felagskvotu. 

Síðani verður málið um lántøku til landskassan á skránni. Hetta málið kom eisini í løgtingið fríggjadagin. Upphæddin, ið landstýrið ætlar at fáa heimlild at lána, er 1,6 milliard, byggir á væntaðu afturgongdina í búskapinum í miðal orsaka av koronavirusinum. Fíggjarmálaráðið hevur fyri smáum tveimum vikum síðani kunngjørt sínar metingar.

Les meira: Landskassin fer helst at hava eitt hall á áleið eina milliard í 2020

Eftir at hetta er viðgjørt, verða millum annað uppskot til samtyktar um arbeiðsmarknaðarmál.

Sí dagsskránna her

Rættarnevndin hittist eisini í dag

Keldur: kvf.fo og logting.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder