Innanlands

Løgtingsarbeiðið niðurlagt komandi tvær vikurnar

Jógvan á Lakjuni, tingformaður, sleit fyri løtu síðani tingfundin og sendi tingið heim. Støðan er í dag viðgjørd, og í samráð við heilsumyndugleikar er hendan avgerðin tikin

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-12 12:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks mál vóru á skránni í Løgtinginum í dag, og komandi tíðina vóru nógvar viðgerðir á skrá.

Les eisini: Nú fella tingfundirnir títtari

Hetta verður nú lagt til viks, tí orsaka av støðuni viðvíkjandi coronavirusinum, verður einki tingarbeiði komandi tvær vikurnar. 

Hendan avgerðin er tikin í tráð við tilmælini, eftir at formansskapurin hevur viðgjørt støðuna. Hetta segði Jógvan á Lakjuni, áðrenn hann sendi tingið heim í tvær vikur og ynskti Guðs signing. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder