- Í hesum málinum - í mínum hugaheimi - at tað er landsstýriskvinnan í mentamálum. Tað er hon sum hevur játtanina innan mentunarøkið, og ta var eisini hon sum beyð vælkomin tá bygningurin varð tikin í nýtslu. So tað er einki at ivast í eftir mínum tykki.
Tað segði Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður og partur av samgonguni, við útvarpið seinnapartin.
Tað er óvanligt, at ein løgtingsformaður tekur orðið, men tað valdi hann at gera undir viðgerðini av eykajáttanina ti Glasir. Hann gav sínum egnu av grovfíluni, og fíltist á, at eingin í politisku skipanini tók ábyrgd.
Løgtingsformaðurin segði, at tað er bara ein, sum hevur landsstýrismannaábyrgd, og tað er landsstýrismaðurin. Og sambært løgtingsformanninum er tað ein stórur trupulleiki, at eingin traðkar fram, og tekur ábyrgdina.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Eingin eykajáttan til Glasir í fyrsta umfari
Glasir fekk onga eykajáttan í dag. Við triðju viðgerð samtykti løgtingið at beina málið aftur í fíggjarnevndina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald