Løgtingið samtykti í morgun 8. august at gera broytingar í løgtingsnevndunum í sambandi við, at Magnus Rasmussen er blivin landsstýrismaður og Helgi Abrahamsen er komin aftur í løgtingið. Broytingarnar vórðu einmælt samtyktar, upplýsir Sambandsflokkurin.
 
Broytingarnar hava við sær fylgjandi:
 
Erhard Joensen er nýggjur formaður í Fíggjarnevndini fyri Magnus Rasmussen. 
Helgi Abrahamsen er limur í Rættarnevndini og Landsstýrismálanevndini fyri Erhard Joensen.
Edva Jacobsen er limur í Trivnaðarnevndini fyri Erhard Joensen.
 
Helgi Abrahamsen tekur við sum varalimur fyri Magnus Rasmussen í Uttanlandsnevndini og Útnorðurráðnum.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald