Innanlands

Løkke: Gott vit hava ríkisfelagsskapin

Hetta skrivar fyrriverandi forsætisráðharrin á Twitter, eftir at tað er vorðið greitt, at Donald Trump hevur avlýst sína vitjan í Danmark

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-08-21 13:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Det er einki galið í ikki at koma, tá ein ikki er bjóðaður...men tá ein hevur bjóðað sær sjálvum! Risastórt "transatlantisk" endureisingarararbeiði fyri framman. Gott at vit hava ríkisfelagsskapin

Soleiðis skrivaði Lars Løkke Rasmussen á Twitter seint fyrrapartin. Formaðurin í Venstre er ein av teimum mongu donsku politikkarunum, ið hevur givið sína meining til kennar, eftir at Donald Trump í nátt kunngjørdi, at vitjanin í Danmark, ið skuldi
verða 2. og 3. september verður av ongum.

Les eisini: Trump kortini ikki til Danmarkar

Orsøkin er, sambært amerikanska forsetanum, at tað ikki er møguligt at samráðast um eitt møguligt keyp av Grønlandi. Metta Frederiksen og forsetismálaráðið hava ikki viðmerkt avlýsingina enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder