Danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen heldur ikki, at grønlendingar høvdu sagt ja til at gerast partur av USA, hóast teir fingu eitt nú 500.000 dollarar - 3,2 milliónir krónur fyri tað.
Tað segði hann í samrøðu við amerikonsku sjónvarpsrásina Fox News.
– Fyri at siga sum er, er eingin møguleiki fyri, at USA fer at rinda fyri eina skandinaviska vælferðarskipan í Grønlandi, segði hann.
Danski uttanríkismálaráðharrin vísti m.a. á danska blokkstuðulin, og fígging av løgreglu og verju, og tað eru árligar útreiðslur, sum ein eingangsupphædd ikki kann vigast upp ímóti.
Lars Løkke Rasmussen legði afturat, at hann vónar iki, at tað fer at enda við einari amerikanskari hernaðaratgerð móti Grønlandi, tí tað hevði verið endin á Nato.
Lars Løkke Rasmussen og grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt vóru í gjár á fundi í Hvítu Húsunum við Marco Rubio og J.D. Vance, ávikavist uttanríkismálaráðharri og varaforseti í USA.
Á tíðindafundi eftir fundin gjørdi danski uttanríkismálaráðharrin greitt, at Danmark ongantíð fer at góðtaka, at USA yvirtekur Grønland, hóast amerikanski forsetin, Donald Trump ynskir tað.
– Vit fara ongantíð at góðtaka, at USA yvirtekur Grønland, segði hann og legði afturat, at hann tekur frástøðu frá útsagnunum hjá Trump um hetta.
Les eisini: Funnu onga loysn, men vóna at finna eina semju
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald