Uttanlands

Løkke: USA skal vísa virðing

USA skal virða, at Grønland er partur av danska ríkinum, sigur danski uttanríkismálaráðharrin, sum fer at innkalla amerikanska sendiharran til samrøðu

Danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-12-22 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA skal vísa virðing fyri, at Grønland tekur avgerðirnar um sína egnu framtíð og er partur av danska ríkinum.

Tað sigur danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump hevur útnevnt eitt serligt sendifólk til Grønlands.

– Útnevningin váttar, at USA framhaldandi er áhugað í Grønlandi. Vit halda tó fast við, at øll - eisini USA - skulu vísa virðing fyri landøkisrættinum hjá kongaríkinum, skrivar uttanríkismálaráðharrin, sum er í løtuni er staddur í Føroyum í jólafrí, í viðmerking til tíðindini sambært Ritzau.

Tað er Jeff Landry, guvernørur í Louisiana, sum er útnevndur til serligt sendifólk til Grønland, og á sosiala miðilin X hevur hann m.a. skrivað:

– Tað er ein heiður at tæna tær (Trump, red.) í hesum sjálvbodna leiklutinum fyri at gera Grønland til ein part av USA.

Við DR sigur Løkke, at slíkar úrsagnir kunnu ikki góðtakast, og hevur hann í samráð við grønlendskar starvsfelagar tikið avgerð um at innkalla amerikanska sendiharran til samrøðu í uttanríkismálaráðnum.

– Vit hava eitt kongaríki, sum telur Danmark, Føroyar og Grønland. Og skal hetta broytast, er tað ein avgerð, sum skal takast í ríkisfelagsskapinum, sigur Løkke.

Les eisini: USA: Guvernørurin í Louisiana verður serligt sendifólk til Grønland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder