Fleiri lond hava valt at avmarka nýtsluna av video tænastuni Zoom, ið kring allan heim verður nýtt av skúlum og arbeiðsplássum í koronakreppuni. Millum annað verður Zoom nýtt til undirvísing á Fróðskaparsetrinum.
Tænastan verður nýtt til eitt nú, at hava fundir og undirvísing, nú man ikki kann hittast.
Singapor boðar fríggjadagin frá, at lærarar í landinum ikki longur kunna nýta Zoom. Tað kemur eftir “fleiri álvarsamar hendingar” boðar undirvísingarráðið í landinum frá.
Í Singapor eydnaðist tað eitt nú nøkrum fremmandum monnum, at ritað seg inn á ein undirvísingartíma í landafrøði har ungar gentur luttóku. Menninir vístu óhóskandi myndir, og komu við vanvirðiligum viðmerkingum.
“Hetta eru nakrar álvarsamar hendingar. Undirvísingarráðið kannar nú brotið á trygdina og fyrireikar eina melding” sigur Aaron Loh frá tøkniligu deildini hjá ráðnum.
Eisini í Týsklandi og Taivan eru innførdar avmarkingar móti Zoom. Í Týsklandi bera tey ótta fyri data trygdini.
Zoom boðar í úttalilsi frá at “tænastan skuldarbindur seg, at bjóða ein vísan og tryggan pall”.
Tænastan hevur harafturat sett seg í samband við fyrrverandi trygdarovastan hjá Facebook Alex Stamos í eini roynd at betra um trygdina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald