Longu nakað áðrenn klokkan 10, tá byrjað varð at potað, var bíðirøðin long. Fyrst sóust serliga nógvir bilar standa, men tá tað lat upp í skúrinum, komu fleiri og fleiri fólk út á gongubreytina. Í Klaksvík er tað so, at ein noyðist úr bilinum fyri at verða kannaður.
Tað er í svarta skúrinum, at koronakanningarnar verða framdar. Kannað varð eisini frá einum sjúkrabili (Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús)
Tað sá kanska heldur tætt ímillum fólkini, og tørført at fáa ferðsluna at hanga saman. Rímiliga skjótt sóust menn í gulum jakkum, ið komu at tryggja at rættlag var í. Strikur vórðu teknaðar upp fyri at halda tveir metrar frástøðu, og ístaðin fyri at kanna í einum staði (skúrinum) varð kannað í tveimum. Nú tað er farið av middegi er bíðirøðin framvegis long, men er tó munandi minkað.
(Privatmyndir)
Klaksvíkar Sjúkrahús boðaði í gjár frá, í samband við at nógvar ávísingar til Covid-19 kanningar verða givnar, eru upplatingartíðinar víðkaðar, og tey kanna fólk so leingi bíðirøð er. Tey, ið skulu potast í Klaksvík, ikki skulu koma inn á sjúkrahúsið, men skulu møta omanfyri sjúkrahúsið, á Víkavegnum. Klaksvíkar Sjúkrahús minnir á at halda frástøðu í hesum sambandi.
Les eisini: Hálvanannan kilometur long koronakø
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald