Sleiparin Samson hjá skipasmiðjuni Mest er á veg á Havnina við farmaskipinum Stavfjord, sum fekk maskinskaða 60 fjórðingar eystan fyri Føroyar í gjár á veg úr Noregi til Íslands.
Hetta er longsta sleipið, sum størsti sleiparin hjá Mest hevur havt, greiddi Mouritz Mohr, stjóri á Mest, frá í útvarpinum á middegi.
Niðurlendska felagið Royal Wagenborg eigur Stavfjord sum er 114 metrar langur og 14 metrar breiður. Stavfjord er bygdur á Niestern Sander skipasmiðjuni í 2005.
Samson og Stavfjord væntast á Havnini seinnapartin. Beint eftir klokkan eitt seinnapartin vóru skipini stødd beind eystur úr Stongini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald