Mentan

Longu nú kann atkvøðast fyri Janusi

Við appini DR Grand Prix ber longu nú til at atkvøða fyri sangunum, sum verða framførdir leygarkvøldið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-02-14 16:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygarkvøldið klokkan 19 føroyska tíð fer danska Melodi Grand Prixið av bakkastoki, og tá fer Janus Wiberg Mortensen at framføra lagið "I Need Your Love".

Men longu nú ber til at atkvøða fyri Janusi - og hinum luttakarunum - við appini DR Grand Prix. Á appini skalt tú skráseta teg við telefonnumari, men tað er ókeypis at atkvøða.

Til ber at atkvøða einaferð um dagin til og við fríggjadagin.

Um tú hevur appina DR Grand Prix frá í fjør, skalt tú dagføra hana fyri atkvøða.

[object Object]Janus Wiberg Mortensen luttekur í Melodi Grand Prix við lagnum "I Need Your Love" (Mynd: DR)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder