Fyrrapartin í gjár, beint fyri klokkan 10, varð boðað frá, at ein lítil grind var sædd norðarlaga í Djúpunum, men sýslumenn og grindaformenn í økinum tóku avgerð um ikki at fara eftir henni.
Í fyrsta lagið tí, at óvist var um tað yvirhøvur var ein grind, ella kanska ein bólkur av størri hvalum, kanska bóghvítuhvalir. Í hvussu so er var fráboðarin ikki vísur í, um tað var grind hann hevði sæð.
- Av tí, at talan ikki var um nógvar hvalir, um at óvissa var, um tað yvirhøvur var grind, og tí at hon var so norðarlaga, var ivasamt, um tað fór at eydnast at fáa bátar at sigla norður at leita.
- Og í hesum verkfalsdøgum, har diesel er avmarkað, avráddu sýslumaðurin og grindaformenn í økinum at lata hvalirnar fara, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini í morgun
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald