Innanlands

Lótu springarar fara

Tvær ferðir í gjár varð boðað frá grind, men talan vísti seg ikki at vera um grindahvalir

(Savnsmynd: Jn.fo)

(Savnsmynd: Jn.fo)

2025-10-19 13:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tvær ferðir í gjár varð boðað frá grind. Men tað vísti seg tó, at talan ikki var um grindahvalir, og tí varð einki hildið til, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Um níggju-tíðina varð boðað frá grind í Hestfirði, men talan vísti seg tó at vera um springarar, og vórðu teir tí ikki hildnir ti.

Klokkan 14 varð boðað frá grind út fyri Glyvursnes, men tað vísti seg eisini at vera springarar, og avgjørt var eisini at lata teir fara.

Fríggjadagin komu eisini fráboðanir um grind, men heldur ikki tá var talan um grindahvalir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder