Innanlands

Lótu springarar fara í Nólsoyarfirði

Teir vóru fáir í tali, og streymviðurskiftini vóru ikki so góð. Í Norðoyatunlinum datt hjólið av einum bili

Savnsmynd: jn.fo

Savnsmynd: jn.fo

2026-05-27 08:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin var ein bólkur av springarum sæddur úr Nólsoy.

Løgreglan upplýsir, at talan var um ein lítlan bólk. Orsøkin til, at man lat springararnir fara, var tó streymviðurskiftini.

Annars vóru í stóran mun smámál í døgnrapportini fyri týsdagin 26. mai; millum annað onkur falskur alarmur í skúla í høvuðsstaðnum, og útlendskir ferðaleiðarar sum kortini vístu seg at hava loyvi.

Ein heldur margháttilig hending var í Norðoyatunlinum, har eitt hjól brádliga datt av einum bili.

Vaktleiðarin upplýsir tó, at eingin skaði hendi í støðuni. Mest sannlíkt var hjólið ikki fest nóg væl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder