Úrslitið hjá Løvubeting P/F var 1,5 mió.kr. betur í fjør enn tað var í 2022, og eigarin fekk 3,3 mió.kr. í vinningsbýti.
Tað er felagið Arcus Invest Sp/f við íslendinginum Torvaldur Gissurarson, sum eigur Løvubetong P/F.
Roknskapurin hjá Løvubetong fyri 2022 vísir, at bruttovinningurin var 17,3 mió.kr., sammett við 16,3 mió.kr. í 2021.
Úrslit áðrenn avskrivingar, øktist úr 9 mió.kr. í 2021 til 10,5 mió.kr. í 2022. Vøksturin er 13,6 prosent.
Ársúrslitið í 2022 gjørdist eitt avlop eftir skatt upp á 7 mió.kr. samanborið við eitt avlop á 5,6 mió.kr. í 2021. Felagið rindar harumframt 1,6 mió.kr. í partafelagsskatti fyri 2022.
Løvubetong P/F er ein fíggjarliga sterk fyritøka, við einum eginpeningi á 57,6 mió.kr., sum gevur eitt trygdarevnið á 67 prosent.
Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 86,4 mió.kr., harav fastar ognir 35,7 mió.kr. og ognir í umferð 50,7 mió.kr. Harav var tøkur peningur 6,1 mió.kr.
Felagið hevði í 2022 langfreistaða skuld upp á 9,2 mió.kr. og stuttfreistaða skuld á 14,6 mió.kr.
Gjaldførið var sera gott. Gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stuttfreista skuld, var 347 prosent í 2022 samanborið við 404 prosent í 2021.
Aðalfundur felagsins hevur samtykt at útluta 3,3 mió.kr. í vinningsbýti til eigaran.
Stjóri í Løvubetong P/F er Regin Jóannes Johannessen og nevndarformaður er Torvaldur Gissurarson.
---
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald