Uttanlands

Luftin reinari, men veðurlagið hevur ikki fingið tað betri

Professari í veðurlagsframrokning rættleiðir nýggjársrøðuna hjá drotningini

2021-01-01 10:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá Margreta drotning í síni nýggjársrøðu í gjár segði, at veðurlagið hevur fingið tað betri undir koronakreppuni, so er tað ikki heilt rætt.

Tað sigur Peter Langen, professari í veðurlagsframrokning við universitetið í Aarhus við Danmarks Radio.

Orðini hjá drotningini fullu soleiðis: “Veðurlagið hevur fingið tað betri undir kreppuni – tað skulu vit leggja merki til, og tað er av týdningi, at vit framhaldandi ansa væl eftir náttúruni”.

- Eg undraðist á orðingina, tí tað er í veruleikanum ikki heilt rætt, at veðurlagið hevur fingið tað betri, sigur professarin.

Tí hóast tað, sambært honum, er rætt, at luftin er vorðin nakað reinari, so er tað ikki tað sama, sum at veðurlagið hevur fingið tað betri.

- Har kunnu vit ikki síggja nakran batning. Tann steingingin, ið hevur verið undir koronakreppuni, hevur ikki ført til nakra broyting í sjálvum veðurlagnum, sigur Peter Langen.

Koronasteingingin hevur merkt, at tað verður leitt minni koltvísúrni í luftina, tí framleiðslan og ferðslan hevur verið minni.

- Tað hevur givið eitt fall í CO2-útlátinum, áleið fimm brosent lægri í 2020 enn tað hevði verið uttan korona.

Veðurlagsgranskarin greiðir frá, at CO2 tekur fleiri 100 ár at niðurbróta í atmosferuni. Tí skal meira til enn ein steinging í nakrar mánaðir ella eitt ár til at geva munandi betringar í veðurlagnum.

- Fyri at fáa eina minking, sum kann mátast, so skulu vit hava eina minking í CO2 útlátinum í nøkur áratíggjur, annars hendir einki.

Og tað er bara fyri at máta ein mun í innihaldinum í luftini. Um ein broyting skal merkjast í veðurlagnum, so skal nógv meira til.

Um vit eitt nú skulu náa málinum í Parisavtaluni um at avmarka hitalagið so vøksturin heldur seg innan fyri 1,5 til tvey hitastig í mun til støðið áðrenn ídnaðarkollveltingina, so skal uppaftur meira til.

- Tað krevur, at vit minka útlátið við fimm prosentum hvørt ár. Tað krevur nógv meira enn eina koronasteinging, sigur Peter Langen.

So hóast hann harvið køvir ljóspunktið í røðuni hjá drotningini, so er tó okkurt jaligt at hóma, sambært professaranum.

- Hetta árið hevur víst, at tá tað veruliga stendur á, so eru vit til reiðar at fremja munandi broytingar. Tað er nakað, vit skulu taka við okkum í royndini at koma á mál við Parisavtaluni, sigur Peter Langen við dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder