Eysturkommuna: Á býráðsfundi í síðstu viku varð samtykt at taka av tilboði frá Búsetur um at byggja lugarið við bátahylin í Leirvík út. Nýggja lugarið er somikið væl umtókt, at hølini longu eru ov lítil.
Hvønn gerandismorgun – umleið frá kl. 10 til 12 – koma eini 12-15 mans saman til ein kaffimunn, prát og at “loysa verðins trupulleikar”, sigur havnafútin, Janus Ryggshamar. Virksemi hevur tó ikki verið sum vant í koronatíðini. Talan er fyri tað mesta um eldri menn í bygdini og menn, sum sigla úti. Ofta koma eisini eldri leirvíkingar, sum búgva aðrastaðni, inn á gólvið at práta.
Lugarið er í løtuni 18,3 fermetrar og við nýbygninginum verður samlaða støddin 48 fermetrar. Ætlanin er at taka køkin niður í verandi lugari og gera hol í veggin til nýggja uppíbygningin. Síðan verður nýggjur bygningur gjørdur ímillum lugarið og niðasta neystið omanfyri.
Við í uppskotinum av nýggja uppíbygninginum er ein goymsla norðeftir við lofti við somu vídd sum lugarið. Bygningurin verður eisini í tveimum hæddum og tak verður lagt á.
1,5 mió kr. settar av í 2020
1,5 mió. kr. eru settar av í 2020 til útbyggingina, og lægsta tilboðið var áljóðandi 1.265.638 kr u/MVG. Afturat hesum koma útreiðslur í samband við byggiharraveiting og MVG. Samanlagt verður upphæddin 1.480.000 kr.
Viðmerkjast skal, at EL og HVS ikki er við í hesum tilboðið. Metingin fyri tað er 400.000 kr og hetta má tískil takast við, tá fíggjarætlanin fyri 2021 verður gjørd.
Kommunan eigur og rekur Lugarið, og verða hølini brúkt av arbeiðsmonnunum hjá Eysturkommunu, umframt at fleiri eldri menn í bygdini samlast fyrrapart gerandisdagar til ein kaffimunn og prát.
Lugarið er eitt samlingsstað fyri eysturbúgvar. Húsið er altíð opið og hevur almenn ves.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald