Forsetin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko kemur í longri samrøðu við einari áheitan um at gera eina friðaravtalu millum Ukraina og Russland, sum nú hava verið í kríggj í hálvttriðja ár.
Partar av samrøðuni eru undurgivnir á heimasíðuni hjá Lukasjenko, og væntast samrøðan at verða víst í russiskum sjónvarpi sunnudagin.
– Latið okkum seta okkum niður við samráðingarborðið og gera ein enda á hesum bardaganum, sigur Lukasjenko og leggur afturat, at hvørki ukrainar, russar ella hvítarussar hava brúk fyri krígnum.
– Tað eru tey í Vesturheiminum, sum hava brúk fyri tí, sigur hann.
Lukasjenko, sum hevur sitið við valdið seinastu 30 árini, loyvdi í februar 2022 Russland at leypa á Ukraina úr sunnara parti av Hvítarusslandi, og eisini hevur hann givið Russlandi loyvi at seta upp kjarnorkuvápn í Hvítarusslandi.
Treytin hjá Russlandi fyri at fara undir friðarsamráðingar við Ukraina er, at ukrainar geva frá sær landøki, sum svarar til ein fimtapart av samlaða ukrainska økinum. Ukraina hevur hinvegin sagt, at landið er til reiðar at samráðast, um ukrainski sjálvavgerðarrætturin verður virdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald