Innanlands

Luppur lagdur á tingnevndirnar

- Tað er ikki nóg mikið at vita, at eitt parlament hevur eftirlitsamboð tøk, tí tað er eisini ein spurningur um, hvørjir møguleikar verða brúktir og nær, sigur Hallbera F. West, adjunktur, sum arbeiðir við eini granskingarverkætlan um parlamentariskt eftirlit

Hallbera F. West, ph.d. og adjunkur í stjórnmálafrøði (Mynd: Finnur Justinussen/setur.fo)

Hallbera F. West, ph.d. og adjunkur í stjórnmálafrøði (Mynd: Finnur Justinussen/setur.fo)

2021-09-05 14:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Granskingarverkætlanin fór at spíra eftir, at Hallbera F. West hevði gjørt sína ph.d.-ritgerð, sum eitur "MP Firefighting: When do MPs hold government accountable?", har Føroya Løgting var kannað.

Við ritgerð síni vísti hon, at tingvirksemið, sum tingfólk sjálv taka stig til, er stýrt av partapolitiskum endamáli, og at eftirlitsvinningurin er ein eyka vinningur heldur enn høvuðsvinningurin. Tó bendi granskingin eisini á, at um eftirlitsarbeiðið er neyvt stýrt við mannagongdum og greiðum leiklutabýti, so tálmar tað partapolitiska máttin, sum annars er.

Hallbera F. West vildi tó eisini royna at fáa svar uppá, nær hendar atferðin í breiðari høpi ger seg galdandi, og hon setti sær fyri at søkja um granskingarstuðul til tess at svara spurninginum, hvussu vit kunnu skyna millum leiklutirnar sum parlamentarikarar og partapolitisk tingfólk.

Granskarin søkti um og fekk góðar 700.000 krónur í granskingarstuðli frá Carlsbergfondet til at seta luppin á týdningarmikla eftirlitið, sum parlament skulu hava við útinnandi valdinum.

Í sambandi við granskingarverkætlanina er Hallbera F. West verið á kanningarferð í finska ríkisdegnum, Eduskunta, og á Christiansborg í Keypmannahavn.

Hon sigur, sambært Fróðskaparsetrinum, at hóast hon í hesum umfari var í tveimum parlamentum, skal verkætlan hennara fevna um fleiri.

- Júst hetta slagið av parlamentariskum eftirliti, sum eg havi áhuga fyri, er ikki granskað so nógv, sigur hon.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder