
Vísindavøkan er í hesum døgum á ferð kring landið. Talan er um fimm tiltøk í tíðarskeiðinum frá 15. til 22. september.
Í gjár var Vísindavøkan á Klaksvíkar Bókasavni - í kvøld verður hon á bókasavninum í Sørvági.
Bókasavnið í Sørvági
Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.
Mikukvøldið 17. september fara Óluva Reginsdóttir Eidesgaard, Ása Johannesen og Tór Marni Weihe at tosa um trý heilt ymisk evni.
Skrá 17. september í Sørvági:
Kanningar av føroyska grundvatninum
Óluva Reginsdóttir Eidesgaard, Jarðfeingi
Hvussu skjótt sodnast ein lús?
Ása Johannesen, Firum
At sigla millum skerini í heimspolitikki
Tór Marni Weihe, Fróðskaparsetrið
Tiltøkini eru øll almenn og ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald