Mált í mun til samlaða fólkatalið, so eru flestu útlendingar í Føroyum búsitandi í Eysturoynni.
Nýggjastu hagtølini fyri útlendingar við øðrum ríkisborgaraskapi enn norðurlendskum vísir, at 532 slíkir høvdu bústað í Eysturoynni.
Og tá íbúgvaratalið í Eysturoynni, sambært Hagstovuni, eru 11.775, vil tað siga, at næstan fimm prosent – neyvt 4,52 prosent – av borgarunum í Eysturoynni hava ein útlendskan borgaraskap annan enn norðurlendskan.
Hetta er rættiliga nógv meira enn í hinum økjunum í landinum.
Næststørstu savningin av útlendingum finna vit í Vágum, har 107 av 3.375 borgarum eru útlendingar við øðrum ríkisborgaraskapi enn norðurlendskum. Tað svarar til 3,18 prosent.
Flestu útlendingar – 638 í tali – búgva í Suðurstreymoy, men í mun til fólkatali er talan um 3,05 prosent av fólkunum, sum har búgva.
Í Norðoyggjum eru 186 útlendingar (2,99 prosent), í Sandoynni 32 (2,52 prosent), í Norðstreymi 99 (2,50 prosent) og í Suðuroy eru 103 úelendingar, svarandi til 2,24 prosent.
Seinastu tíðina er talið av útlendingum økt nógv.
Umhvørvis- og innlendismálaráðið upplýsir í sambandi við at nýggj heimasíða fyri tilflytarar, integration.fo, lat upp í dag, at talið av útlendingum frá 1. januar til 1. desember 2019 øktist við 222 úr 1.475 til 1.697. Tað er lutfalsliga munandi meira enn fólkavøksturin annars, sum somu mánaðirnar øktist úr 51.303 til 52.067.
Tað vil siga, at 1. januar í fjør vóru 2,88 prosent av íbúgvunum í Føroyum útlendingar við ríkisborgaraskapi øðrum enn norðurlendskum. 11 mánaðir seinni var hesin partur øktur til 3,26 prosent av samlaða fólkatalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald