Er tað upp til formannin í Byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð, so skal Vágsbotnur sum uppihaldsøki lyftast upp á eitt hægri støði í framtíðini. Verandi loysn við træbygningi er bert ein fyribils loysn sigur Tróndur Sigurðsson við ÚF.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/07/31/gallery-thumbnail/16908367986wzkzpwufd.png)
Hann heldur, at ein framtíðar varandi loysn fyri alt økið skal byggja á hægri góðsku, og hetta er nakað, sum býráðið fer at umrøða. Sjálvur heldur hann tað var rætt at gera eina fyribils loysn, sum hevur virkað sera væl í summar við nógvum góðum tiltøkum. Peningurin, sum higartil er vorðin brúktur til at menna økið í Vágsbotni, hevur verið væl brúktur, eisini hóast hetta ikki er ein endalig loysn fyri økið.
-Tað manglar kvalitetur í einum býarrúmi sum tað í Vágsbotni, ið øll kunnu vera errin av, sigur Tróndur Sigurðsson við Útvarpið.
Portalurin vitjaði á staðnum til seinasta matmarknaðin á torginum í Vágsbotni fyri ólavsøku, har føroyskar stuttfluttar matvørur vórðu til keyps. Nakrar dagar seinni var eisini føroyskur harmonikutónleikur á Torginum.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/07/31/gallery-thumbnail/16908369660o0s3cir8l.png)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/07/31/gallery-thumbnail/1690837019ivzojldtqf.png)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/07/31/gallery-thumbnail/1690837066fcnnrjs0z7.png)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/07/31/gallery-thumbnail/1690837117jilszqt7or.png)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/07/31/gallery-thumbnail/1690837158cefokpxwg6.png)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/07/31/gallery-thumbnail/16908372112zmfaca3ow.png)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/07/31/gallery-thumbnail/16908372630lnx5iebrb.png)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/07/31/gallery-thumbnail/1690837310vklyt9dgzg.png)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/07/31/gallery-thumbnail/1690837348gyw3vrervk.png)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/07/31/gallery-thumbnail/1690837386jxevt0juj5.png)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/07/31/gallery-thumbnail/1690837426he0fjquw0t.png)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/07/31/gallery-thumbnail/1690837475yeuwdf2uzu.png)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/07/31/gallery-thumbnail/1690837518oneei8wr4u.png)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/07/31/gallery-thumbnail/16908375818zlfawnsbh.png)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/07/31/gallery-thumbnail/1690837619tcqw8sqjh2.png)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/07/31/gallery-thumbnail/1690837656hczfphbp05.png)
Nú nýggja Havnará setir sín serstaka dám á býin, ynskja býráðslimir, at tað sama skal henda í Vágsbotni.
Myndir Jan Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald