Nú verður aftur møguligt at hoyra vælumtóktu Gaither sangararnar Lynda Randle og Guy Penrod í Føroyum.
Lynda Randle var fyrstu ferð í Føroyum í juni 2005. Hon hevði konsertir í Kelduni, KÍ høllini og á Hálsi í Havn. Tað vóru umleið 3.000 áhoyrarar til konsertirnar.
Lynda var eisini á Fjarðafestivalinum í 2008 og hon var aftur í Føroyum í 2023.
Guy Penrod hevði konsert í Kelduni í 2010.
Tað er Keldan og PraiseHim, sum skipa fyri konsertunum, sum verða 18. juni í Lívdini í Hoyvík og 19. juni í Kelduni í Skálafirði.
Atgongumerki eru at fáa á https://www.praisehim.fo/
Myndirnar herundir eru frá undanfarnum framførslum hjá teimum báðum í Føroyum. Myndirnar hevur Sonja Jacobsen tikið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald