Sambært Facebook eru øll børn fantastisk, í førum øllum tey, sum fylla. Men so at siga einki er fantastiskt, skrivar Erla Berghamar á Facebook-bólkinum, Føroysk rættstaving.
- "Mín fantastiski sonur" ella "mín fantastiska dóttir" hevur føðingardag, tað sæst í heilum. Og eg síggi bara vanlig børn, børn hjá vanligum foreldrum.
- Sjálvsagt eru okkara egnu børn nakað heilt serligt í eygunum á okkum foreldrum - ella áttu at verið tað. Men fantastisk, tað veit eg nú ikki, skrivar Erla Berghamar, sum heldur, at inflatión er komin í.
- Tað, eg meini við hesum, er at inflatión fer í serligu orðini, og tað er spell. Tí hvussu skulu vit so lýsa tað heilt serliga. Tað næsta verður kanska, at mítt barn verður fantastiskast - í hástigi (so er tað ikki eftir). Og so kunnu vit táttast um, hvat barnið er mest fantastiskast, ella um tey øll somul bara eru allar-fantastiskast.
- Altso: vit eiga so heilt øgiliga nógv lýsingarorð og kunnu nógv neyvari lýsa júst okkara barn við onkrum av hesum orðunum enn bara at kalla tað: fantastiskt. Tí at siga so er einki fantastiskt, skrivar Erla Berghamar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald