Innanlands

M. A. Jacobsens virðislønir handaðar 22. oktober

Talan er um tríggjar virðislønir. Tórshavnar kamarkór, sum verður 40 ár í ár, syngur,

2025-10-09 16:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórshavnar kommuna: Mikudagin 22. oktober klokkan 17.00 verða Virðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri 2025 handaðar í Müllers Pakkhúsi.

Virðislønirnar eru:

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs

M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir

M.A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir

M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik

Elsa Berg, borgarstjóri, handar virðislønirnar.

Tórshavnar Kamarkór, sum verður 40 ár í ár, syngur, og Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, bjóðar vælkomin.

Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens varð fyrstu ferð latin í 1958.

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð latin fyrstu ferð í 1976.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder