María Corina Machado, andstøðuleiðari í Venesuela, og sum í desember fekk friðarheiðursløn Nobels, fer heim aftur til Venesuela skjótast gjørligt.
Tað hevur hon greitt frá í eini samrøðu við amerikansku sjónvarpsstøðina, Fox News.
- Eg ætli mær heimastur sum stkjótast, segði Marshado tá sjónvarpsstøðin spurdi hana um ferðaætlanir sínar.
Andstøðuleiðarin hevur í eina tíð fjalt seg eftir hóttanir frá stjórnini hjá tí nú fongslðaða forsetanum, Nicolás Maduro. Machado fekk friðarheiðurslønina við teirri grundgeving, at hon arbeiðir fyri at fremja fólkaræðið fyri fólkið í Venesuela.
Donald Trump, forseti, hevur tó víst aftur, at Machado kann gerast fyribils leiðari í Venesuela.
- Hon hevur hvørki stuðulin ella neyðuga virðingina í landinum, segði hann á einum tíðindafundi leygardagin.
Delcy Rodriguez varð svorið í eið sum fyribils forseti í gjár (Mynd: EPA)
Rodriguea svorin í eið
Varaforsetin og ráðkvinnan fyri oljuframleiðslu, Delcy Rodriguez, er nú svorin í eið sum virkandi forseti í Venesuela eftir at Nocolas Maduro varð handtikin, skrivar Reuters.
Tað er hægstirættur í Venezuela, ið hevur víst á Rodriguez at vera virkandi forseti.
Hon hevur fyrr stuðla Maduro, sum í gjár varð fongslaður fyribils í einum rætti í New York eftir at amerikanskar herdeildir handtóku hann og konuna leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald