Andstøðuleiðarin í Venesuela, María Corina Marcado, hevur verið í Hvítu húsunum í Washington í dag, og latið prógvið upp á Nobel friðarheiðurslønina til amerikanska forsetan, Donald Trump, skriva altjóða miðlar í kvøld.
Onki verður tó sagt um, hvørt Donald Trump tók ímóti heiðrinum.
Marchado sigur sambært Reuters, at fundurin teirra millum “gekk væl”.
Enn hevur amerikanski forsetin onki sagt.
Machado hevur ogna Trump heiðurin og hevur fyrr sagt, at hon fegin vil deila heiðurin við honum. Nobel-stovnurin í Noregi hevur tó fyrr víst aftur at hetta kann lata seg gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald