Franski forsetin, Emmanuel Macron vil hava ES at seta tiltøk í verk ímóti USA, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump hevur hótt við at seta revsitoll á vørur úr átta evropeiskum londum sum liður í stríðnum um Grønland.
Amerikanski forsetin boðaði í gjár frá, at tollur á tíggju prosent frá 1. februar verður lagt á allar vørur, sum verða innfluttar til USA úr Danmark, Fraklandi, Noregi, Svøríki, Týsklandi, Stórabretlandi, Niðurlondum og Finnland.
Les eisini: Nú hóttir Trump við revsitolli
Talan er um lond, sum hava sent herfólk til Grønlands fyri at luttaka í arktiskari hernaðarvenjing.
Frammanundan ávaraði amerikanski forsetin um, at hann kundi seta tiltøk í verk ímóti londum, sum vóru ímóti ætlanum hansara um at yvirtaka Grønland.
Macron vil hava ES at brúka sítt sonevnda Anti-Coercion Instrument, ein viðtøka, sum kom í gildi í desember 2023, sum loyvir ES at seta handilstiltøk í verk móti londum, sum royna at leggja fíggjarligt trýst á ES-limalond, skrivar Ritzau.
Hetta kann gerast við m.a. at nokta amerikonskum fyritøkum atgongd til almenn útboð í ES og banna ella avmarka útflutning av ES-vørum til USA.
Enn hevur hesin møguleikin tó ikki verið brúktur, men tað krevst eisini, at ES-nevndin leggur fram eitt endaligt uppskot, og harumframt krevst undirtøka frá einum serstakum meiriluti av ES-londunum.
Les eisini: ES-sendiharrar innkallaðir til skundfund í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald