Innanlands

Maður álopin av hvítabjørn í Svalbarð

Er komin undir læknahond á sjúkrahúsinum – bjørnin er skotin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-03-02 11:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein maður hevur fingið skaða eftir at hann í morgun varð álopin av eini hvítabjørn á Svalbarð, skrivar NRK.

Álopið hendi í Mohnbukta á eystursíðuni á høvuðsoynni í Svalbarð, Spitsbergen. Bjørnin er skotin, verður upplýst. Sýslumaðurin fekk fráboðanina klokkan hálvgun tíggju í morgun, lokala tíð.

Tveir persónar vóru saman, tá hvítabjørnin leyp á, skrivar NRK. Sýslumaðurin sendi eina eina tyrlu við lækna umborð til staðið. Tyrlan er komin aftur til Longyearbyen við monnunum, og tann skaddi varð fluttur á sjúkrahúsið.

Enn eru menninir ikki avhoyrdir av løgregluni, og tí er óvist hvørjar umstøðurnar vóru í sambandi við bjarnaálopið.

Mohnbukta er eitt vælumtókt stað at fara á snjóskutara um veturin. Har er ein gomul fangarasmátta frá 1928. Mohnbukta liggur umleið 180 kilometrar frá Longyearbyen.

Í august í fjør lat ein 38 ára gamal niðurlendingur lív, tá ein hvítabjørn leyp á tjaldið har hann lá og svav á kampingplássinum í Longyearbyen. Síðan 1971 hava seks persónar latið lív av bjarnaálopum í Svalbarð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder