
Stutt áðrenn klokkan tvey í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein persónur
var dottin á sjógv í Klaksvík
Talan var um ein mann, ið skuldi umborð á eitt fiskskip. Vaktleiðarin hjá løgregluni upplýsir, at umstøðurnar vóru ringar. Tað var vindur, kavi, hált og mest umráðandi: Eingin leitari til at koma umborð við.
Neyðugt var tískil at klúgva umborð. Hetta eydnaðist ikki hjá manninium, ið var ávirkaður av rúsdrekka. Einki trygdarnet var, hann var áhalsin og fór niðurímillum.
Lukkutíð vóru nakrir skipsfelagir, ið eisini skuldu umborð, nær við. Teir hoyrdu persónin í sjónum, sum ikki megnaði at koma upp sjálvur, rópa. Tað eydnaðist at fáa hann upp, men maðurin var vorðin ógvuliga kaldur, var heilt illa fyri og var skjótt fingin á Klaksvíkar Sjúkrahús.
Hetta spældi harvið væl av eftir umstøðunum, men vaktleiðarin minnir á, at tað kann vera vandamikið, tá skip ikki hava leytara og trygdarnet. Tað spælir eisini inn, tá ein persónar er ávirkaður rundan um eitt skip og millum annað skal umborð, og umstøðurnar ikki eru tær bestu.
Dagført: 09.38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald