Innanlands

Maður dripin av hvítabjørn í Svalbarð

Lá og svav í tjaldi tá hvítabjørnin leyp á

Maðurin var dripin á einum kampingplássi nærhendis floghavnina út útjaðaranum av Longyearbyen (Mynd: NRK)

Maðurin var dripin á einum kampingplássi nærhendis floghavnina út útjaðaranum av Longyearbyen (Mynd: NRK)

2020-08-28 09:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein maður var tíðliga í morgun dripin av eini hvítabjørn í Longyearbyen á Svalbarð, skrivar NRK.

Álopið hendi á einum á einum kampingplássi í útjaðaranum av høvuðsbýnum á Svalbarð. Maðurin lá og svav í einum tjaldi, tá hann var álopin.

Seks onnur fólk eru flutt á sjúkrahús eftir hendingina í morgun. Tey hava ikki fingið skaða, men skulu kortini kannast av læknum og einum serligum krepputoymi, skrivar Ritzau.

Hin dripni búði á kampingplássinum saman við øðrum ferðafólkum. Maðurin varð staðfestur deyður, tá hann kom á sjúkrahúsið.

Løgreglan fekk fráboðanina um álopið klokkan 03.50 í morgun.

- Vit fingu boð um at ein persónur hevði fingið skaða eftir at vera álopin av eini hvítabjørn, sigur Sølvi Elvedahl, sýslumaður.

- Vit fingu eisini fráboðan um, at tað var skotið eftir bjørnini, men vit vistu tá ikki, hvar bjørnin var, leggur hann afturat.

Løgregla varð send til staðið. Tey funnu hvítabjørnina deyða á parkeringsøkinum við flogvøllin í Longyearbyen.

Seinastu tíðina hava fleiri hvítabjarnir verið at sæð nærhendis høvuðsbýin í Svalbarð.

Hetta er fimta fólkið, ið letur lív av bjarnaálopi í Svalbarð síðan 1971.

Seinast var í 2011 tá ein 17 ára gamal drongur varð dripin av eini hvítabjørn, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder