2021-09-05 10:47

Nógv fólk hava verið í býnum í nátt, og í hesum sambandi hevur løgreglan havt eitt sindur at gera við at hjálpa fólkum, ið høvdu fingið ov nógv niðurum, og hjálpa teimum heim.
Í eina førinum endaði tað tó við einari handtøku.
Tá løgreglan royndi at hjálpa einum manni, sum var avdottin, bleiv hann ómøguligur og royndi at bíta eitt løgreglufólk, sigur vakthavandi á politistøðini.
Lagt verður afturat, at talan er um ein mann, sum ikki er ókendur hjá løgregluni.
Maðurin verður grundlógaravhoyrdur seinni í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald