Innanlands

Maður rýmdi undan løgregluni

Løgreglan mátti út at leita við hundi eftir einum manni í Norðradali

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-16 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt mátti løgreglan út at leita við hundi eftir einum manni, sum var rýmdur undan handtøku. Tað veit Útvarpið at siga í morgun.

Tað vóru fólk í Norðradali, sum varnaðust okkurt óvanligt við einum bili og boðaðu løgregluni frá.

Førarin í bilinum tyktist ávirkaður av rúsdrekka, og tá løgreglan skuldi handtaka hann, rýmdi hann undan. Tað eydnaðist tó at finna hann aftur.

Les eisini: Bilur horvin í Havn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder