2021-09-05 11:50

Nógv fólk hava verið í býnum í nátt, men sum heild hevur verið friðarligt, sigur løgreglan í morgun.
Tó varð m.a. eitt harðskapsmál skrásett í Norðurøkinum.
Talan var um ein mann og eina kvinnu, sum komu til ilnar í náttarlívinum, og tað endaði við, at maðurin varð handtikin.
Maðurin, ið nú er skuldsettur fyri harðskap, er nú leyslatin aftur, sigur vakthavandi á politistøðini. Kvinnan hevur fingið onkran skaða, men meira verður ikki upplýst um málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald