2019-04-16 11:07
Klokkan hálvgum eitt í nátt vóru boð send eftir løgregluni at koma at taka sær av einum manni, sum framdi herverk.
Maðurin, sum var fullur, gjørdi herverk á tað slagið av skutara, sum vanliga verður kallað ein kross. Maðurin koppaði krossina og stillaði seg síðani at hoppa á hana.
Løgreglan kom á staðið og maðurin varð skuldsettur fyri at fremja herverk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald