Klokkan 9.30 sunnumorgunin fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevði brotið inn í Heilsumiðstøðina í Miðvági.
Løgreglan veit ikki at siga, um nakað er stolið, og enn er eingin tikin fyri innbrotið.
Men kanningar eru gjørdar, og ymisk spor eru tryggjað, og málið verður kannað víðari, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Um 18-tíðina í gjárkvøldið varð boðað frá einum harðskapsmáli. Talan var um ósemju í einum parlagi. Sum skilst hevði ein kvinna fingið onkrar skaðar, og er hon blivin avhoyrd og kannað.
Seinni - beint áðrenn midnátt - fekk løgreglan eina fráboðan um herverk.
Tað var ein maður, sum var komin inn á ein bústað hjá einari ungari kvinnu og hevði brotið fleiri lutir hjá henni. Hann hevði m.a. brotið eitt stórt akvarium og blakað runt við ymiskum lutum hjá henni.
Løgreglan kom á staðið og tók mannin við sær á løgreglustøðina, og har liggur hann enn. Hann verður skuldsettur fyri herverk.
Avhoyringar eru ikki gjørdar í málinum enn, men tað verður seinni, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald