Innanlands

Maðurin sum royndi at bíta politist fýra vikur afturat í varðhaldi

Tað eydnaðist ikki manninum at bíta politistin, men tað verður revsað eins hart sum um tað eydnaðist

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-09-18 17:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sunnumorgunin tann 5. september, tá løgreglan royndi at vekja ein mann, sum svav mitt á einum vegi, royndi viðkomandi at bíta eitt løgreglufólk.

Maðurin hevur síðani tá sitið varðhaldsfongslaður, og í rættinum í gjár komu fleiri skuldsetingar afturat, og hann skal nú sita í varðhaldi í fýra vikur afturat, skrivar Kringvarpið á heimasíðuni.

At bíta ein politist er álop á sum fólk er í tænastu, og er brot á revsilógina. Tað eydnaðist ikki manninum at bíta politistin, men kortini verður tað revsað eins hart sum um tað eydnaðist.

Kringvarpið skrivar, at skuldsetingarnar sum komu afturat eru millum annað at maðurin skal hava bitið eitt løgreglufólk í fingurin, hevur hótt løgreglufólk, og hevur hótt fólk og roynt at fremja harðskap.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder