2026-01-03 13:29
Fyrr í dag varð boðað frá, at Nicolas Maduro, forseti í Venesuela varð tikin til fanga av amerikanska herinum og flogin úr landinum, og amerikanski løgmálaráðharrin, Pam Bondi boðar nú frá, at Maduro verður skuldsettur í New York fyri m.a. samansvørjing um smugling av kokaini.
Kona Maduro, Cilla Flores er eisini skuldsett í málinum. Hvat hon ítøkiliga er skuldsett fyri, er tó ikki greitt, skrivar Ritzau.
Maduro er eisini skuldsettur fyri varðveitslu av maskinbyrsum og "oyðileggjandi tólum".
Les eisini: USA lopið á Venesuela
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald