Rættarmálið móti skiparanum á John Paul de Joria fór í gongd klokkan 13 í Føroya rætti.
Tann ákærdi, 50 ára gamli Daniel Binyon, sum er skrásettur skipari á John Paul de Joria, var ikki til staðar tá rættarfundurin byrjaði, og Bjørn á Heygum, verji, kundi upplýsa, at hann fór heldur ikki at koma.
Verjin setti eisini spurnartekin við, um málið yvirhøvur kundi halda fram, tí tað ikki var kunngjørt á rættan hátt, og at skiparin ikki hevði fingið boðini á fullgóðan hátt.
Katrin Thorsvig Hansen, ákæri, segði at løgreglan hevði gjørt nógvar royndir at fáa boðini fram til skiparan, men at hann við vilja slapp sær undan at taka ímóti tí. Umvegis Jamaikisku sendistovuna í London, eru boðini komin víðari til myndugleikarnir í Jamaika. Skipið John Paul de Joria er skrásett í Jamaika.
Eftir umhugsunartíð staðfesti dómarin Peter Flugge, at boðini vóru givin á nøktandi hátt, og málið kundi tí halda fram.
Mæla til at sekta skiparan
Katrin Thorsvig Hansen, ákæri, greiddi frá, at fýra ákærur eru móti skiparanum á John Paul de Joria, Daniel Binyon.
Í tveimum førum var farið inn um 12 fjórðingamarkið, og eisini er skiparin ákærdur fyri ikki at hava givið seg undir innferðareftirlitið tá tað sigldi inn í føroyskt øki.
Ákæruvaldið metir at brotini at sigla inn um 12 fjórðingar eru so mikið álvarsom, at tey skulu geva 100.000 krónur í sekt hvør. Tað vil siga 200.000 krónur fyri at í tveimum førum at hava brotið kunngerðina. Eina føri er 9. juli tá grind varð hildin til í Sandagerði í Havn, og seinna føri er 11. juni, tá manning við rib-bátum og vatnskutara fóru nakrar hundrað metrar inn um markið.
Triðja og fjórða punkt í ákæruni snúgva seg um, at skiparin ikki hevur boðað myndugleikunum frá og ikki vilja samskift. Harvið hevur hann ferðast uttan pass og innferðareftirliti. Hetta gevur 2000 krónur í bót vanliga. Fjórða punkt er at hann ikki hevur sent røttu skjølini tá skipið kemur í føroyskt øki, og hetta gevur 5000 krónur.
Tað vil siga, at samanlagt skjýtur ákæruvaldið upp, at sektin skal vera 207.000 krónur.
Hesum tók verjin ikki undir við. Hann heldur ikki at brotini hava verið til skaða fyri nakran, og tí kann bótin ikki vera so stór. Heldur ikki kunnu punkt eitt og tvey samanberast, tí í eina førinum varð siglt inn á Havnina, meðan tað í seinna førinum bara var farið nakrar hundrað metrar inn um mark.
Dómur fellur í málinum 16:15.
Onnur verða ákærd seinni
Í hesum málinum er tað bara skiparin á John Paul de Joria, Daniel Binyon, sum er ákærdur. Ákæruvaldi hjørdi undir rættarmálinum greitt, at ákærur móti øðrum av manningini koma seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald