Innanlands

Mæla til at kóka vatnið við Gjógv

Tekniskar avbjóðingar eru við vatninum við Gjógv, og UV-skipanin riggar ikki, sum hon skal, sigur Sunda kommuna.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-10-10 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mælt verður til, at borgarar við Gjógv kóka vatnið.

Orsøkin er tekniskar avbjóðingar, sigur Sunda kommuna.

– Tekniskar avbjóðingar eru við vatninum við Gjógv, og UV-skipanin riggar ikki, sum hon skal. Tí verður mælt til at kóka vatnið, til nýggj boð verða givin, skrivar kommunan.

– Okkara umsjónarfólk hevur verið á staðnum og kanna støðuna. Avbjóðingin vísir seg at vera størri enn fyrst væntað. Vit halda tykkum dagførd um gongdina og boða frá, so skjótt nýggj kunning er tøk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder