Innanlands

Mæla til at skriva korona við “k”

Málráðið mælir til at skriva korona á føroyskum

2020-03-16 12:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mest umrødda orðið seinastu vikurnar, korona, hevur í stóran mun verið skrivað við “c”, og ikki “k”, sum tey gera í eitt nú Íslandi og Noreg.

Málráðið mælir nú til, at vit skriva tað við “k”. Eisini verður mælt til, at samansett orð sum koronavirus og koronasmitta verða skrivað í einum orði.

- Upprunin til orðið er úr latíni: corona, har tað merkir kransur ella ringur, og úr grikskum, korone: ringur ella bogin lutur. Sama uppruna hava orðini krúna og króna. Á føroyskum verður korona eins og á flestu grannamálum okkara skrivað við k og ikki við c, sigur Málráðið.

- Koronavirus hevur somuleiðis verið kent leingi, serliga av djóralæknum. Tað hevur fingið heiti eftir útsjóndini: ein kúla við útvøkstrum, sum minna um koronuna hjá sólini.

Orðið korona er veikt bent kvennkyn. Í arvorðum, har fyrri liður er veikt bend kvennkyn, er klípið vanliga -u: gentukór, kirkjuár. Hinvegin verður klípið ofta -a í tøkuorðum: sofaborð, sjokulátapláta.

- Eftir nútíðar orðasmíði kunnu vit tískil nýta a-klípið og siga koronavirus, sigur Málráðið.

Hesum taka vit undir við á Portalinum, og framyvir miða vit eftir at skriva korona við “k”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder