placeholder
Innanlands

Mæla til floksfría uppstilling

Fundur verður mikukvøldið. ”Uttan kommunuætlan er ongin felagskós”, er slagorðið

Klaksvík (Savnsmynd)

Klaksvík (Savnsmynd)

2020-09-29 11:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú tað stundar til kommunuval, verður boðað til fundur mikukvøldið í Miðstovu í Klaksvík um floksfría uppstilling.

Talan er sostatt ikki um ein uppstillingarfund. Fundurin leggur upp til kjak um floksfría uppstilling í Klaksvík. Um hetta møguliga endar við, at ein borgaralisti verður skipaður, má tíðin vísa.

Stigtakararnir siga í tíðindaskrivi, at tey meta eina kommunuætlan verða trygdin fyri eini felagskós hjá Klaksvíkar kommunu.

Tey staðfesta somuleiðis, at tað eru viðurskifti í Klaksvíkar kommunu, sum kunnu útførast á øðrum og betri grundarlagi enn førdi politikkurin.

Stigtakararnir meta, at besta amboð at møta framtíðini er ein burðardygg hugsjón, sum skal verða grundarlagið undir tí nýggju kommunuætlanini fyri kommununa.

Við at fremja eina slíka kommunuætlan, fær politiska og umsitingarliga skipanin eitt amboð til at fremja ynski borgaranna. Soleiðis kann Klaksvíkar kommuna verða betri búgvin til at møta avbjóðingum við ábyrd og víðskygni.

Talan verður um ætlan og kós, hvørs hugsjón er at bøta um umdømið hjá kommununi á øllum økjum!

Frá flokspolitikki til áhugapolitikk
Fundurin mikukvøldið klokkan 20 tekur upp omanfyri nevnda evni, tí tað er sera nógv, sum bendir á, at til kommunuval er veljarin farin frá at velja flokspolitiskt. Fleiri og fleiri siga seg velja ein persón!

Til frama fyri burðardyggum útlitum kjølfest í kommunuætlanina, vóna stigtakararnir at framtíðarpolitikkurin í Klaksvíkar kommunu hvørki verður floks- ella persónsstýrdur, men verður borin fram av áhuga fyri teimum ymsu økjum, sum kommunan skal varða av, fremja og skapa karmar fyri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder